Skeiðið Íblástur til heimið fer at verða hildið hesar leygar- og sunnudagar:
1. 31. oktobur frá kl.09.00 og 1. novembur frá kl 14.00. 'yvirskriftin' fyri hetta vikuskiftið verður: Heystið.
2. 23. novembur frá klokkan 09.00 og 24 novembur frá klokkan. 14.00. hesaferð er yvirskriftin, Jól.
3. 13. mars frá kl 09.00 og 14. mars frá klokkam 14.00. Hesaferð er evnið á skránni, Várið.
4. Á skránni seinastu dagarnar er framsýningin, sum verður í Løkshøll og á Bókasavninum 20. og 21. mars. Um hetta frætta tit meir frá Anettu, tá ið framsýningin nærkast.
Eru spurningar um skeiðið, ber til at ringja til Anettu.
Undirvísari: Anette Sonne
Telefon: 277531
Dato: 31 Okt 2020 - 20 Mar 2021
Dagur/Klokkan: Leygardag ( 10:00 - 16:00 )
Dagur/Klokkan: Sunnudag ( 14:00 - 18:00 )
Stað: Skúlin við Løkin