Skeiðið Dugnaskaparroynd í sigling endar við próvtøku. Prógvið gevur rætt at føra skip upp til 24 metrar út á 200 fjórðingar, um treytirnar við siglingartíð, sjón- og læknaváttan eru í lagi. Umframt kravdu lærugreinirnar: Siglingarlæru, skipstøkni, sjóreglur og veðurlæru. Í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur á frálæru í GPS'ara og radara. Næmingurin skal vera fyltur 15 ár próvtøkudagin, ið verður í mars 2021. Prógvið í koyrikortstødd og -sniði er íroknað skeiðsgjaldið.
Undirvísarar verða Andre F. Danielsen og Anton Højgaard. Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við annan teirra.
Undirvísari: André F. Danielsen og Anton Højgaard
Telefon: 221655 og 257574
Dato: 20 Okt 2020 - 17 Mar 2021
Dagur/Klokkan: Týsdag ( 18:45 - 22:00 )
Dagur/Klokkan: Mikudag ( 18:45 - 22:00 )
Stað: Skála Skúli