Aldursmarkið at koyra lítil prutl, sum koyra 30 kilometrar um tíman, er sett niður á 15 ár. Tískil skipar kvøldskúlin í Runavíkar kvøldskúla fyri prutlfrálæru.
Mannagongd:
Persónsupplýsningar:
Navn, bústaður, teldupostur, tlf. nr. og føðingardagur.
Kostnaður:
Kostnaðurin fyri koyrikortið er 2000 kr. Í gjaldinum er teorifrálæra, koyrifrálæra, teoribók, fyrstuhjálparskeið, gjald til akstovuna fyri ástøðis og verkligu royndirnar á 150kr og sjálv útgávan av koyrikortinum, sum kostar 150kr.
Fyrsti undirvísingardagur verður hóskvøldið 25. mars 2021 í Skúlanum við Løkin kl. 18.00. Hetta fyrsta dato'ið kann møguliga broytast. Hetta fyrsta kvøldið verður millum annað avtalað, hvørji kvøld luttakararnir fara at møta framyvir.
Næmingar, ið ætla at taka koyrikort, mugu hava fylt 15 ár, áðrenn 31 mai.
Vinaliga Hugo Kristiansen
Undirvísari: Hugo Kristiansen
Telefon: 221221
Dato: 25 Mar 2021 - 24 Jun 2021
Dagur/Klokkan: Hósdag ( 18:00 - 00:00 )
Stað: Skúlin við Løkin